Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2025 13:15

Tá Løgmálaráðið stoytti býráðið út við baðivatninum

Lesarabræv

“Don’t throw the baby out with the bathwather” er eitt orðatak, ið ofta hoyrist í ensktmæltum filmum ella sjónvarpssendingum. Orðatakið, ið sigst hava sín uppruna í týska orðatakinum “das Kind mit dem Bade ausschütten”, verður ofta brúkt um støður, tá man fer so ógvusliga til verka fyri at loysa ein lítlan trupulleika, at man endar við at oyðileggja okkurt, ið als ikki var galið – man roynir at rætta ein lítlan feil, men endar við at stoyta tað góða út við tí ringa.

Fríggjadagin frættist fyrst, at Føroya Politi hevði valt at ákæra ein persón fyri valsvik í sambandi við kommunuvalið í Runavíkar kommunu. Eina lítla løtu seinni boðaði Løgmálaráðið frá, at man hevði tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavík sum heild av tí orsøk, at stórur ivi var sáddur um ein atkvøðuseðil í Oyndarfirði.

Niðurstøðan hjá Løgmálaráðnum er margháttlig, bæði í praktiskum høpi, men eisini – og serliga – í løgfrøðiligum høpi.

Taka vit praktiska partin fyrst, so er tað merkverdigt, at ivi um eina atkvøðu skal hava við sær, at allir teir gott og væl 3.100 veljararnir, ið høvdu valrætt tann 12. november 2024, skulu aftur á val. Er so stórt ivamál, um tað var rætt at ógilda atkvøðuna til Jonhard Danielsen, so er lættasta loysnin vælsaktans bara at endurgilda hana. Harvið er trupulleikin loystur. Metir man seg hinvegin ikki kunna tað, so eigur eitt umval at verða avmarkað til tað valstaðið, har illgruni er um óreglusemi – ikki allari kommununi.

Eingin hevur sett spurnartekin við valúrslitið á nøkrum av hinum valstøðunum í kommununi. Tí er tað púra burturvið, at man eisini ógildar valið á teimum støðunum – í veruleikanum er tað at gera seg inn á bæði tey, ið hava valt og tey, ið eru vald. 

Fyri at loysa ein lítlan trupulleika, hevur man skapt ein nógv størri trupulleika – man hevur, so at siga, stoytt barnið út við baðivatninum. 

Hyggja vit eftir tí løgfrøðiliga partinum, so er avgerðin hjá Løgmálaráðnum sjáldsama illa frágingin. Avgerðin (ið kann lesast á runavik.fo) er í stríð við nakrar av teimum mest grundleggjandi meginreglunum, ið eru galdandi, tá almennir myndugleikar taka avgerð. 

Niðanfyri havi eg gjørd eina roynd at lýsa teir grovastu feilirnar:

Lutfallsmeginreglan (Proportionalitetsprincippet)

Lutfallsmeginreglan hevur við sær, at ein myndugleiki altíð skal velja tað inntrivið, ið er minst byrðandi. Tað vil siga, at ein myndugleiki má ongantíð taka eina avgerð, ið er meira inntrívandi enn sakliga neyðugt.

Í ítøkiliga málinum er eingin verulig grundgeving fyri, at eitt umval fyri alla kommununa er neyðugt. Trupulleikin er ein atkvøða, men loysnin rakar alla kommununa. Løgmálaráðið greiðir ikki nærri frá, hví júst hetta inntrivið er neyðugt, og hvussu man hevur mett um onnur minni byrðandi inntriv, og hví man ikki metti, at tey vóru egnaði. 

Avgerðir, ið bróta lutfallsmeginregluna eiga vanliga at verða ógildaðar.

Skyldan at upplýsa eitt mál til fulnar (Officialmaksimen)

Áðrenn ein almennur myndugleiki tekur avgerð í einum máli, hevur myndugleikin skyldu til at upplýsa málið til fulnar. Hetta merkir m.a., at myndugleikin savnar inn allar upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri avgerðina.

Stutt eftir at tað frættist, at løgreglan hevði valt at ákæra tann, ið longu var skuldsettur, boðaði Løgmálaráðið frá sínari avgerð og grundaði hana m.a. á, at tá løgreglan hevði ákært onkran, so var ivin so mikið stórur, at valið alt átti at verða ógildað. Man segði í veruleikanum, at “allerede fordi” at ákæra var reist, so var ivin ov stórur til, at vit kunnu liva við honum. 

Men tað er ikki soleiðis ein myndugleiki eigur at málsviðgera. Hóast Løgmálaráðið ikki er partur av dómsvaldinum, og hóast tað tí í síðsta enda ikki er Løgmálaráðið, ið skal avgera, um viðkomandi er sekur, so skal Løgmálaráðið gera sína egnu, sjálvstøðug meting av próvtilfarinum og við støði í tí, taka avgerð. At málið higartil hevur ført til ákæru er ikki í sær sjálvum nóg mikið – Løgmálaráðið eigur at meta um tilfarið, ið løgreglan hevur savnað saman, og um tað gevur høvi til so stóran iva, at valið í ein ella annan mun eigur at verða broytt ella ógildað (Her skal tó viðmerkjast, at fyrisitingarliga próvbyrðan er ein onnur enn tann revsirættarliga).

Í avgerðini sæst onki til, at Løgmálaráðið hevur gjørt nakra slíka meting. Leggjast má tí til grund, at ongin slík meting er gjørd. 

Eins og við lutfallsmeginregluni, so hava slíkir feilir vanliga eisini við sær, at avgerðin verður ógildað. 

Manglandi partshoyring

Fyrisitingarlógin hevur reglur um hoyring av teimum, ið mugu metast at vera partar í einum máli. Kravið fyri at fáa partsstøðu er, at viðkomandi hevur ein munandi og ítøkiligan persónligan áhuga í málinum. 

Avgerðin hjá Løgmálaráðnum koyrir sitandi býráð í Runavíkar kommunu til hús. Tað er tí greitt, at sitandi býráðslimir hava ein munandi og ítøkiligan persónligan áhuga í málinum og eiga tí at verða roknaðir sum partar í málinum. Harvið eiga teir eisini at verða partshoyrdir eftir reglunum í fyrisitingarlógini áðrenn avgerð verður tikin.

Tað er ikki gjørt, og manglandi partshoyring hevur vanliga við sær, at ein avgerð eigur at verða ógildað. 

Samanumtikið

Avgerðin er fongd við fleiri somikið álvarsligum málsviðgerðarfeilum, at ein og hvør kærumyndugleiki ella dómstólur óivað hevði ógildað hana. Í sær sjálvum er tað sera álvarsligt.

Men tann veruliga skandalan er, at hóast man hevur tikið eina ta mest víðgongdu avgerðina í søguni hjá føroysku fyrisitingini, so hevur man eftir øllum at døma gjørt sær so lítlan ómak, at man ikki so frætt sum megnar at grulva upp um ta annars lágu gáttina fyri sakliga og lógliga málsviðgerð. 

Av ókendum orsøkum er man lopin á leistum aftaná fútanum, og heldur enn at viðgera málið á nøktandi hátt, hevur man av berum skundi stoytt býráðið í Runavíkar kommunu út við baðivatninum og gjørt ómetaligan skaða á kommunala fólkaræði.  

Tóri Højgaard