Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lot til fróskt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin milllum frostmarkið og 5 stig. Fram móti middegi veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig. Út á kvøldið turt fyri tað mesta, men í nátt veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind millum sunnan og útsynning, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, turt og hálv- ella smáskýggjað. Hitin 5 til 9 stig.
Sólarris: 09:04 Sólsetur: 15:22
