Seinnapartin í dag kom fiskiskipið Katrin, sum er hoymahoyrandi í Søldarfirði, fullfermt inn á Norðragøtu, har teir landaðu.
Teir høvdu í dag roynt á Gøtuvík og væl hevði gingist má sigast, tí í lastini høvdu teir uml. 40 tons av brislingi.
Upplýst verður, at alt verður koyrt í ein stóran tanga og síðani koyrt til Tavuna í Leirvík, har tað verður marinerað og koyrt í tunnur.
Myndir: Eysturoyarportalurin












