Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2025 08:18

Veðrið: Mánadagin 24. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lot til frískt lot millum norðan og landnyrðing, 3 til 8 m/s, ið spakuliga minkar niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið. 

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 stig.

Sólarris: 09:02 Sólsetur: 15:24