Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.11.2025 12:16

Sum lítið mureldsblunk

Minningarorð

Góði John, nú orkaði tú ikki meiri. Hóast tú fyri aldur saktans kundi lagt nøkur ár afturat tínum lívsskeiði, legði tú árarnar inn, nakrar dagar áðrenn tú hevði fylt 73 ár triðja jóladag.

Vit komu at kennast fyri stívliga 20 árum síðan í Funningi. Vit komu ikki bara at kennast, men gjørdust eisini vinir, og hittust vit javnan. Tað vóru hugnaligar og gevandi løtur, tí tú vart ikki sum fólk flest. Tú vart ein sera fjøltáttaður og gávuríkur persónur, men sera lítllátin. Tú gekst ikki og veipaði við ørmunum ella hoyrdist fram um aðrar.

Tú hevði lisið nógv, og tú vart sera áhugaður í lívsins gátufullu loyndarmálum. Tú visti nógv um tað átrúnaðarliga, bæði um kristindómin, men eisini um annan átrúnað. Har átti tú so nógv at geva av. Men grannar tínar, kirkjuna og kirkjugarðin, vart tú góður við og virdi alt lívið.

Tú søkti tær vitan alla tíðina, heilt til minnið fór at bila fyri nøkrum árum síðan, og tú búði tína seinastu tíð á stovni. Men hóast tú eftir umstøðunum hevði tað gott, har tú vart, longdist tær alla tíðina aftur eftir heimi tínum á Kirkjumørk í Funningi, heimkærur til seinastu løtu.

Í 2011 gavst tú, væl hjálptur av Árna Dahl, út yrkingasavnið ”Sum lítið murelds blunk”. Har standa 21 yrkingar, og tú hevur sjálvur myndprýtt savnið. Á permuni er mynd av Funnings kirkju, og er yrkingingin ”Kirkjan niðri á Hólma” ein perla og kirkjuni ein virðingarváttan. Savnið lýsir væl tínar gávur.

Tøkk fyri alt.

Hans J. Hermansen

Við Kirkjugarð.

Við kirkjugarðsins grind eg stóð
og lýddi á áarljóðið úr fjøruni
hoyrdist aldusláttur, sum køvdist
í køldum sjóði

So myrk stóð støð við svørtum klettum,
alt brýnt av ótaldum øldum,
her livdi eg míni fyrstu ár
undir stjørnufjøldum

Eitt ókent tal av kvinnum og monnum
lið um lið her liggja,
í farnum tíðum tey sætaðust her
og royndu land at byggja

Eg kenni á mær fedranna talu
gjøgnum áarljóðið eg hoyri
teirra eyðmjúka song
gjøgnum aldusjóðið

Líti eg upp mót náttarhimni
endaloysi at skoða,
har síggi eg lívið
sum mureldsglampan
á aldukambi loga

So stutt sum lítið mureldsblunk
kenni eg lívið vara,
um lítla stund so eisini eg
leggist til farnan skara

John Reynbú 2011

Spjaldur