Almanna- og mentamálaráðið
Seinnapartin í dag hevur verið hildin stórur føðingardagur í Leguhúsinum í Nesvík, hetta í sambandi við, at Sámal Jákup Petersen, ættaður úr Kvívík, fyllir 100 ár. Millum gestirnar var eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, sum bar fram heilsan og røðu fyri Sámal Jákup og niðanfyri ber til at lesa røðuna:
Góði Sámal Jákup, kæra familja, góðu gestir.
Í dag hava vit æru av at savnast her fyri at heiðra einum serligum manni – einum sum hevur sett síni spor, bæði í familjulívi, í bygdini, í arbeiðslívi og sum borgari í Føroyum.
Tað er ikki hvønn dag, vit fáa høvi at hátíðarhalda ein hundrað ára føðingardag. Ella rættari, so siga tey mær, at kanska ongantíð áður er tað hent, at ein kvívíkingur fyllir 100 ár. Tí má sigast, at dagurin í dag ikki bara er stórur fyri tykkum familjuna, men eisini fyri bygdina og fyri alt landið.
Tygum Sámal Jákup, hava alt lívið verið ein raskur og virkisfúsur maður. Tað sæst aftur í øllum tí, sum tygum eru farið undir – og tað er ikki lítið. Sigast má, at tygum hava tænt bæði bygd og landi.
Í 1970-inum vóru tygum borgarstjóri í Kvívík, og ein av tínar størstu avrikum var at lata byggja nýggja skúlabyggingina, sum lat upp í 1976.
Hetta var stórt fyri bygdina og ein íløga, sum framvegis gevur bøtur.
Eitt annað gott dømið um trúgvu tænastu má sigast at vera uppgávan, sum tygum í nógv ár røktu: at hava koyrikall til og úr Mjørkadali. Hetta fingu tygum eisini heiðursmerki fyri frá Færøernes Kommando.
Bæði hesi dømini siga nógvum, at tygum hava verið vælgerðin álitismaður, at tygum hava røkt arbeiðsuppgávurnar til lítar og altíð hava hildið lyfti.
Longu sum 14-ára gamal gjørdist tygum hugtikin av øllum tí tekniska. Hetta vísti seg í 1939, har tygum, saman við øðrum ungum, luttóku á skúlaferð í Danmark. Tað tekniska gjørdi so stórt inntrykk, at tygum alt lívið hava hildið fast í hesum áhuga. Sigast má, at tað er næstan poetiskt at hugsa sær, at ein túrur við flogfari – eitt túrur, sum bara fýra børn fingu loyvi at verða partur av – skuldi seta kósina fyri hesum lívsvarandi áhuga.
Seinni í 1970-unum keyptu tygum ein mikroovn í Onglandi – nógv undan øllum øðrum. Hetta sigur ikki so lítið um framskygni. Og somuleiðis tá fartelefonin kom til Føroyar, tá vóru tygum ein av teimum fyrstu, sum átti eina slíka. Longu tá visti tygum at siga familjuni, at ein dag fór at verða møguligt at kunna síggja tann, ein tosaði við. Ikki øll tóku hetta fyri fult tá – men Sámal Jákup fekst rætt. Jú sigast má, at tygum sóu longur fram enn nógv okkara.
Tygum, saman við konuni Elsa, sum doyði í 2022, bygdu saman eitt langt og ríkt lív. Heili 70 ár untust tykkum at verða gift og upplivdu tit at halda jarnbrúdleyp.
Saman fingu tit seks døtur, og ættarliðurin hava vaksið seg stór og eru ein vakur vitnisburður um eitt langt og ríkt lív: 17 eru abbabørn, og ikki minni enn 40 langabbabørn og 6 oldurabbabørn. Hetta má sigast at vera ein skattur, sum fáur fær.
Tygum byrjaði sum skipari, rættu inniløgumaður, sum fekst mangan døgurðan til húsa – og hetta líka til tygum vóru 93 ár.
Seinni vart tú lastbilførari fyri SEV, tú koyrdi rutubil, buss, skúlabørn og arbeiðsfólk til Mjørkadal. Altíð arbeiðssamur. Altíð til reiðar við eini hjálpandi hond.
Tó at aldurin nú kennist eitt sindur, eru tygum framvegis upp hvønn dag og luttekur í gerandisdegnum. Tygum hoyra ikki sum fyrr – men tygum eru her, og Sámal Jákup, tygum eru væl við.
Tygum hava verið ein undangongumaður, ein arbeiðsmaður, ein familjumaður, ein bygdarmaður og ja ein maður við framtíðarsjón. Jú sanniliga hevur Sámal Jákup livað eitt langt og ríkt lív – og tygum hevur livað tað.
Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.
Tínum nærmastu hava tygum givið kærleika, tryggleika og fyrimyndir.
Og bygd tíni hava tygum givið menning, eins og Føroya land við tygum eru ríkaði við einum manni, sum hevur virkað við arbeiði, heilsu og hegni.
Vegna landsstýrið og vegna alt fólkið í Føroyum fari eg at siga tær hjartaliga til lukku við 100 ára degnum.
Eg fari at enda við seinasta ørindi úr vakrari sálminum eftir Mikkjal á Ryggi:
“Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey”.
Somuleiðis fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum, verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
