Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 23:13

Nýggj kunngerð styrkir eftirlitið á eldraøkinum

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Ein týðandi nýskipan innan eldraøkið er nú sett í gildi. Ein nýggj kunngerð tryggjar, at eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt og øðrum tilboðum sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður skipað, regluligt og eins í øllum landinum.

Sambært lógini hava kommunurnar ábyrgdina av eftirlitinum. Men við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt.

Kunngerðin er gjørd í tøttum samstarvi millum Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar, og arbeiðið fær gott skotsmál av landsstýrismanninum:

Nú er long tíð liðin, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, men reglur um sjálvt eftirlitið hava mangla. Tað hava vit nú bøtt um. Við hesi kunngerðini fáa kommunur og kommunal samstørv greiðar karmar at fremja eftirlit við tilboðum og tænastum, sum tær veita,” sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.

Kunngerðin er nú lýst og arbeiðið við at fremja eitt støðugt eftirlit kann nú veruliga fara í gongd í øllum landinum. 

Kunngerðin kann lesast her.