Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 09:54

Mascha Schilinski um evropeiska arthouse biografdagin

Filmsfelagið

Sunnudagin er evropeiskur arthouse biografdagur. Tá Sakaris Stórá og hansara filmslið fingu norðurlendsku filmsvirðislønina, vísti Sirið Stenberg, landstýriskvinna, á týdningin og gleðina at ganga í biograf.

Vit eiga bara ein biograf í dag. Tað er Havnar Bio. Har vísa vit arthouse film hvørt mikukvøld.

Hin 28. januar í nýggja árinum vísa vit nýggja filmin hjá týska leikstjóranum, Mascha Schilinski, “In Die Sonne Schauen”, sum ummælarar geva besta skoðsmál. Atgongumerkjasølan er longu byrjað.

Niðanfyri er programmteksturin hjá Filmsfelagnum fyri nýggja týska filmin:

Úr fýra ættarliðum fylgja vit á sama týska bóndagarði fýra kvinnum, hvør við sínum loynidómi. Altjóða upplýsingartænastan um film, IMDB, sum gevur nýggja týska filminum besta ummæli, sigur í einum setningi soleiðis um filmin: ”Four women, separated by decades but united by trauma, uncover the truth behind its weathered walls.”

”In die Sonne schauen” vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes og er nú týska Oscaruppskotið. Ummælarar tosa um eitt meistaraverk, ið lýsir fýra ymsar kvinnur á sama týska garði. Alma, Erika, Angelika og Lenka eru úr ymsum ættarliðum, men hava allar, hvør í sínum tíðarskeiði, verið offur fyri einsemi, mysogyni og einum miseydnaðum fyrsta seksuella sambandi.

Sum eitt spøkilsi fangar upptøkutólið ikki bara alt, men eisini intimu smálutirnar, ið eru eyðkennið fyri lív og tilveru. Meðan leikur fer, frá 1910’unum og upp til okkara tíð, kámast mørkini millum teir fýra leiklutirnar.

Hetta er annar filmur, sum Mascha Schilinski (f.1984) hevur gjørt. Hóast assosiativi frásøgustílur hennara er púra egin, verður hon longu borin saman við kendasta týska leikstjóran Michael Haneke (f.1942) og meistaraverkið “Das weiße Band – Eine deutsche Kindergeschichte” (2009), sum Filmsfelagið áður hevur víst.

Týski filmurin, ”In die Sonne schauen”, ið hevur altjóða heitið “Sound of Falling”, verður sýndur í originalari týskari versión, men við donskum undirteksti. Í Danmark verður filmurin sýndur undir heitinum “Se mod solen”.

Virksemið hjá Filmsfelagnum sæst í miðlunum, á Facebook og heimasíðuni hjá Havnar Bio.

Filmsfelagið 28/1 kl 20:00 Se mod solen (In die Sonne schauen Mascha Schilinski Týskland 149 min 2025)

https://www.facebook.com/share/p/1CyGMrKAKV

Spjaldur