B68 skrivar:
Vit í B68 eru sera fegin um at kunna boða frá, at 27 ára gamli miðverjin Nicolai Dohn nú verður partur av felagnum. Nicolai kom til Føroyar og spældi fyrst við Skála, og í fjør umboðaði hann 07 Vestur, har hann hevur staðfest seg sum ein sterkan og tryggan verjuleikara.
Vit síggja fram til at fáa hann í hópin og gleða okkum at síggja hann á vøllinum í reyðum og svørtum.
