Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2025 10:00

Konsert í Leirvík – sunnudagin 23. november kl. 16.00

Mynd: Kristfríð Tyril / momo

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Sunnudagin 23. november kl. 16.00 spæla Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) konsert í Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Monika hevur í nógv ár spælt til og skipað fyri fjølbroyttum tiltøkum í Leirvík, har hon eisini er búsitandi. Saman við Ólavi hevur hon havt konsertir í Sveis og Týskalandi og verið á væleydnaðum konsertferðum í USA.

Skráin

Størsti parturin av konsertini er tónleikur eftir Niccolò Paganini. Paganini var ikki bara ein framúr violinleikari, men eisini einastandandi gittaristur. Tónleikurin er lættur, virtuosur og eyðkendur fyri sín vakra bel canto-form, úr einum tíðarskeiði, har bæði violin og gittar vóru serliga høgt í metum.

Á skránni verður eisini:

  • Tónleikur eftir norska Ole Bull
  • Sigoynaratónar eftir Vittorio Monti
  • Fólksligir tónar úr Sveis og Føroyum
  • Sololag fyri gittara eftir kubanska tónaskaldið Leo Brouwer

Talan er um eitt sindur øðrvísi konsertuppliving, bæði tónleikaliga og í frásøgn. Greitt verður frá um tónleikin, soleiðis at upplivingin hjá lurtarunum verður bæði nærri og lættari.

Atgongumerki

Atgongumerki kosta 100 kr. og fáast við dyrnar.
Konsertin er uttan steðg.
Aftaná konsertina eru øll vælkomin at njóta ein kaffimunn.

Økistónar stuðlar konsertini.

Um tónleikararnar

Monika Stauss Joensen – violin

Monika er úr Sveis. Hon er gift føroyskum manni og býr í Leirvík. Hon tók sína útbúgving á konservatorium í Winterthur og hevur verið fastur fúsur í Føroya Symfoniorkestri í mong ár. Hon hevur spælt ótal av konsertum, bæði heima og uttanlands, og hevur eisini virkað sum rithøvundur. Í hesum døgum kemur út nýggj barnabók hjá henni og Kristfríð Tyril:
“Bartal og Bjarni og vinir teirra.”

Ólavur Jakobsen – gittar

Ólavur er úr Havn og av kendu tónleika- og listafólkaættini á Kamarinum. Hann tók sína útbúgving á konservatorium í Keypmannahavn og í París. Hann hevur ferðast víða sum solistur og er javnan á konsertferðum uttanlands. Ólavur var ein av stigtakarunum til útbúgvingina Musikkmiðnám, sum hann eisini stóð fyri í mong ár. Hann er fastur limur í bólkinum Aldubáran, ið hann var við til at stovna sum ungur.

Sunnudagin 23. november kl. 16.00

Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar)