Mikukvøldið tann 19. nov. kl. 19 verður bjóðað til eina mennandi, hugfangandi hugnaløtu í Tøting saman við Susanne Barding, sum fer at greiða frá navnagávu í Syðrugøtu og í lítlu oynni Berneray á Hebridunum.
Tiltakið er skipað í sambandi við at Sprotin gevur út bóklingin ”Hvussu eitur tú?”, ið Susanne hevur skrivað. Bókin var upprunaliga skrivað á enskum og tað er Elinborg Osvaldsdóttir, ið hevur umsett.
Vit bjóða kaffi og 70´ara køkur og bóklingurin kann keypast á staðnum.
Les meira:
Runnin er nú meira enn hálv øld síðan Susanne Barding sum ung, donsk fólkalívsfrøðilesandi fyrstu ferð setti fótin á land á einari lítlari oyggj á Hebridunum kallað Berneray og fór at gera fólkalívsfrøðiligar kanningar.
Eftir loknan lesnað fór Susanne til Føroya at gera kanningararbeiði í Syðrugøtu. Hon kom til eitt samfelag sum í mangar mátar minti um Berneray og á annan hátt veik nógv frá. Síðan tá hevur hon mangan grundað um tann líkskap og ymiskleika, hon varnaðist í hesum báðum samfeløgum.
Vit eru afturi í 1970-árunum, tá ið fólk í báðum støðum søgdu Susanne frá nøvnum sínum. Hon skilti tá, at navnagáva var ikki einføld. Limir í eini mentanarligari siðvenju læra samansettar reglur, tá ið tey geva nøvn.
Hon rekir seg fram á fleiri kjarnamunir, men eisini nógv eyðsýnd javndømi, tá ið hon tosar um, hvussu fornøvn, eftirnøvn, tilvísingarnøvn, eyknevni og bústaðarnøvn eru sett saman, og eisini hvussu broytingar millum ár og dag í støðuni hjá gæliskum/enskum og føroyskum/donskum hava ávirkað navnagávuna.
Hvat, ið býr í einum navni, kann vera einfaldur spurningur, men svarið er alt annað enn einfalt. Her síggja vit í royndum ta innastu kjarnuna í einstaklinga og sosialum samleika.
Fólk á Ytru Hebridunum og í Føroyum hoyra til etniskar bólkar, sum búgva í útjaðaranum á størri samfeløgunum soleiðis skilt, at søgan hjá teimum hevur verið merkt av sosialari og mentanarligari kúgan av aðrari ráðandi mentan, sum hevur brúkt sínar mentanarligu normar og siðvenjur at hava tamarhald á atferð hjá einstaklingum og bólkum.
Hevur henda felags søgan at hoyra til annað land skapt líkskap ella mun í navnagávu?
Nýggj arvafrøðilig gransking hevur víst, at yvir 80% av føroysku kvinnunum hava keltiskan uppruna, ein eins stórur stórur bólkur av monnunum eru úr Skandinavia. Víkingar settu búgv í skotsku oyggjunum og funnu sær konur har, og nakrar teirra komu við norður til Føroya.
Í 1901 búðu umleið 15.000 fólk í Føroyum, á Ytru Hebridunum búðu umleið 46.000 fólk. Í 2025 er fólkatalið í Føroyum vaksið til umlei 55.000 fólk, og fólkatalið á Ytru Hebridunum er fallið til 26.000 fólk.
Einahandilin hjá danska statinum í Føroyum varð avtikin í 1856, og hetta læt upp fyri handilsmøguleikum við onnur lond og gav størri búskaparligt frælsi.
Á Ytru Hebridunum gjørdu Napierkommissjónin (tilnevnd í 1883) og skotska stjórnin eina menningarætlan, sum skuldi skapa menning ígjøgnum ráð og nevndir. Henda menningarætlanin elvdi til, at landbúnaðarskipanin varð læst fast, og í longdini gjørdist ein forðing fyri víðari menning.
Í 1948 fingu Føroyar Heimastýrislógina. Ytru Hebridurnar fingu eitt Oyggjaráð.
Soleiðis hava bæði øki verið eitt samfelag í útjaðaranum á einum størri samfelagi, og tey staðbundnu málini, føroyskt og gæliskt, hava bæði stríðst fyri lívinum upp ímóti ávikavist donskum og enskum. Bæði øki hava verið kúgað sosialt og mentanarliga, sum hevur ávirkað navnagávuna upp ígjøgnum tíðina.
Komið í Tøting mikukvøldið tann 19. november kl. 19 or hoyri Susanne Barding greiða frá.
