Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2025 15:29

Vit mugu hugsa um Føroyar – ikki um ES og NATO

Lesarabræv

Meira pengar Russland brúkar at keypa mat frá okkum, minni hava teir at brúka til kríggj.

ES, hinvegin, er ein av heimsins størstu innflytarum av russiskum brennievni. ES keypir framvegis risastórar nøgdir av LNG-gassi og hundraðtals milliardir av øðrum brennievni – beinleiðis ella umvegis onnur lond. Tað fíggjar kríggið. Ikki okkara fiskiveiðusamstarv við Russland.

ES keypir eisini annað úr Russlandi – m.a. fisk umvegis Noreg.

Men Siri sigur, at vit skulu seta ávís russisk reiðarí á svartalista og harvið oyðileggja fiskiveiðusamstarvið við Russar. Ikki tí at vit hava prógv um, at tey hava gjørt nakað galið, men vegna illgitingar og fyri at vísa ES, DK og NATO, at vit “eru til at stóla upp á.”

Við øðrum orðum: vit skulu bróta eina avtalu við eitt land, sum vit hava havt fyrimyndarligt samstarv við síðani 1950-árini – og sum bjargaði okkum, tá ið hini londini boykottaðu okkum – fyri at vísa teimum, sum sviku okkum, at vit eru til at stóla uppá.

Hvat er hetta fyri logikkur?

Uppgávan hjá okkara fólkavaldu er at seta Føroyar og fólkið, her býr, fremst. Nú seta tey eliturnar í ES-, NATO- og USA fremst.

Samtíðis sum vit reka friðarligar russiskar fiskimenn út úr føroyskum sjógvi og landi, bjóða vit krígsmaskinuni úr NATO og USA vælkomnari inn á okkara øki – beint ímóti teimum samtyktum, sum løgtingið einmælt samtykti í dýra lærdómsljósinum eftir 2. heimsbardaga: at Føroyar skuldu vera óheftar og halda seg uttanveltaðar í stríði millum heimsveldi og hernaðarsamgongur. Hetta verður nú slept uttan at blunka ella spyrja fólkið eftir.

Og tá ið vit hava slítið samstarvið við Russland, so missa vit ikki bara milliardirnar, sum hava bygt vælstand okkara, serliga hesi seinastu tíggju árini – vit hava eisini gjørt okkum nógv meira bundin av og viðbrekin fyri trýsti úr Danmark, ES og USA.

Vit verða minni sjálvstøðug, minni sjálvbjargin, minni mótstøðufør og meira bundin.

Vit hava longu stórt undirskot á fíggjarlógini og vaksandi haldføristrupulleikar, samstundis sum vit ætla at gera størstu íløgu í infrakervið nakrantíð, mált í kostnaði pr. íbúgva.

Og samstundis vilja vit oyðileggja grundarlagið undir stórum parti av okkara inntøkum.

Hvørjum gagnar hetta?

Hetta broytir einki upp á kríggið.

Hetta hjálpir ongum – hvørki ukrainska fólkinum ella friði í heiminum.

Men hetta niðurlagar okkara egna samfelag, tekur lívsgrundarlagið frá føroyskum familjum og undirgrevur okkara sjálvræði, sjálvbjargni og mótstøðuføri.