Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.11.2025 18:37

Fráboðan um at broyta skipanina hjá bólki 5 í fiskiskapinum eftir botnfiski á Føroyabanka

Mynd: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum hjá útróðrarbátum í bólki 5, soleiðis at hámarkið fyri fiskidagar hjá hvørjum báti verður tikið burtur.  

Bátarnir í bólki 5, sum hava loyvi at fiska á Bankanum í 2025, hava samanlagt 90 fiskidagar. Eitt hámark upp á fýra dagar er tó sett fyri hvønn bátin.

Eftir kunngerðini fyri Føroyabanka í 2025 kann landsstýrismaðurin við almennari fráboðan tó broyta ella taka burtur hámarkið, um líkindi eru fyri, at teir 90 fiskidagarnir ikki verða brúktir. 

Tølini vísa, at higartil eru brúktir 38 av teimum 90 fiskidøgunum. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at líkindi eru fyri, at allir fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 fara at verða brúktir. 

Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti. Hetta ber í sær, at bátar í bólki 5, sum hava fiskiloyvi á Føroyabanka í 2025, kunnu halda fram, hóast teir hava brúkt hámarkið upp á fýra fiskidagar.

Broytingin fær gildi leygardagin 15. november 2025.