Talan er í fyrstu atløgu um tólv íbúðir sum verða bygdar. Tað er byggifyritøkan Sp/f HVT sum stendur fyri íbúðarverkætlanini.
Tað er Betri Heim, sum stendur fyri søluni av íbúðunum.
Betri Heim sigur á heimasíðu síni, at íbúðirnar verða bygdar úr góðum tilfari og eru staðsettar í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi nær skúla, dagstovni, handli og øðrum virksemi í bygdini.
Íbúðirnar eru nýtímans og ljósar og verða bygdar við góðari góðsku, og íbúðirnar hava frítt útsýni yvir fjørðin og landslagið. Íbúðirnar í erva hava altan og í neðra verður útigólv. Góður skúrur verður til hvørja íbúð.
Íbúðin er innrættað soleiðis: Durur, baðirúm, kamar, køkur og stova í einum.
Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, sigur við Eysturoyarportalin, at tey eru sera spent uppá hesa verkætlanina, sum eisini verður nærmasti granni hjá Sjóvar kommunu.
Eftir ætlan skal arbeiðið byrja fyrsta dagin og verða íbúðirnar klárar at flyta inn í á vári í 2027.

Mynd: Betri Heim
