Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2025 12:02

Hvønn týdning hevur Føroya Arbeiðarafelag havt fyri føroyingar?

Norðurlandahúsið

Í ár fyllir Føroya størsta felag 100 ár.Føroya Arbeiðarafelag hevur í eina øld spælt ein høvuðsleiklut í stríðnum um betri arbeiðskor. Nýggj bók setur sjóneykuna á søguna hjá felagnum. Bókin verður løgd fram á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum 15. novembur kl. 15.

Ein týdningarmikil viðleikari í samfelagsmenningini

Føroyska arbeiðararørslan  hevur gjøgnum tíðina vunnið stórar sigrar til frama fyri føroyska løntakaran – frá betri korum til økt persónligt frælsi. Leiðin hevur tó ikki verið uttan ósemjur: innanhýsis stríð og partapolitikkur hava tíðum havt stórar avbjóðingar við sær.  

Bert eitt ár er liðið, síðani stórt arbeiðaraverkfall legði landið lamið, og tað prógvaði, at arbeiðararørslan enn hevur týdning og er við til at menna samfelagið.

Nýggj bók um 100 ára søgu

Á Bókadøgum 15. novembur fer Helgi Eidesgaard at leggja fram Fólkið seg loysti úr bondum(1925-1960). Bókin sigur frá um stovnsetingina av felagnum, um stríð, samráðingar og verkføll – og um sigrarnar og avbjóðingarnar, ið hava sett sín dám á rørsluna hesi 100 árini.

Um rithøvundin

Helgi Eidesgaard (f. 1985) er søgufrøðingur við serligum áhuga fyri føroysku arbeiðararørsluni. Hann gav í 2017 út bókina Til arbeiðis! Lív ella deyð! um fyrstu 100 árini hjá Havnar Arbeiðarafelag. Síðani 2019 hevur hann undirvíst í søgu og mentanarfatan á Glasir.

Sprotin skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis.