Lesarabræv
Hetta er sloganið hjá Washington Post, sum partamaður mín, Torbjørn Jacobsen, minti meg á í sendingini Stjórnin á FM1, tá Suðuroyartunnilin var til viðgerðar í Løgtinginum í vár.
Tí málið um Suðuroyartunnilin er eitt dømi um, at avgerðir verða tiknar í tí dulda. Í einum almennum partafelag, har fyrisitingarlóg og alment innlit ikki er til staðar. Í myrkrinum, har fólkaræðið ikki røkkur.
Har stutt umhugsanartíð, ófullfíggjaðar frágreiðingar, stuttar hoyringarfreistir eru amboð, sum skúgva fólkaræðið til viks.
Men latið okkum byrja við at spola tíðina eitt sindur aftur…
Be there or be square
Ein fríggjamorgun í oktober í fjør fekk eg eini boð. Tey snúðu seg í stuttum um, at eg skjótast gjørligt skuldi nikka til semjuna um Suðuroyartunnilin, sum sokallaði politiski fylgibólkurin var komin til. Løgmaður skuldi hava svar sama dag kl. 12, tí tunnilssemjan skuldi undirskrivast og tíðindafundur planleggjast beinanvegin.
Eg fekk knappar fýra tímar til at taka avgerðina. Uttan nakað innlit, uttan at hava umrøtt nakað so grundleggjandi sum linjuføringina, uttan at hava lisið eitt einasta skjal í málinum, skuldi eg geva verkætlanini ein tummil-upp.
Tað vildi eg sjálvsagt ikki góðtaka, og áheitanin bleiv lukkutíð trekt aftur og undirskrivingin av tunnilssemjuni útsett ein mánað.
Tíðarpress er eitt kent valdsamboð, sum verður brúkt fyri at fáa sín vilja. Antin ert tú við ella eisini ert tú úti í kuldanum. “Be there or be square”.
Either you are in or you are out
Í vár varð Suðuroyartunnilin skotin út til horna. Linjuføringarnar skuldu kannast nærri. Løgtingsfólk skuldu fáa neyvari og betri innlit, so avgerðin um heimsins dýrastu verkætlan í mun til fólkatal og búskap kundi takast á einum fult upplýstum og gjøgnumskygdum grundarlagi.
Nú 4-5 mánaðir seinni uppliva vit sama tíðarpress og ógjøgnumskygni. P/F Suðuroyartunnilin, sum longu eina ferð hevur vrakað linjuføringina, sum fer undir Sands bygd, hevur gjørt eitt avgerðarnotat til løgtingsfólk at taka støðu út frá. Tað í sær sjálvum er merkverdigt. Sum at seta heimadómara.
Avgerðarnotatið bleiv lagt fram fyri løgtingsfólkum mánadagin 20. oktober. Klokkan 17.53 sama dag fingu vit innlit í avgerðarnotatið við fylgiskjølum, sum tilsamans eru fleiri hundrað síður.
Sama tíðarpress bleiv brúkt hesa ferð sum í fjør – flokkarnir skuldu siga løgmanni, hvørja linjuføring semja var um fríggjadag. Altso fingu tingfólk tríggjar dagar at seta seg inn í tilfarið og viðgera tað í flokkunum, áðrenn løgmaður skuldi hava svar.
Harumframt blivu løgtingsfólk undirdíkt í tilfari, sum tey ongan livandi tjans høvdu at seta seta seg inn í við so stuttum skotbrái. Tað er eisini eitt valdsamboð. Information overload.
Flokkarnir samdust um at fylgja løgmanni og P/F Suðuroyartunlinum, tó so, at onkur tingfólk royndu at rópa varskó. “Either you are in or you are out”.
Síðani er komið fram, at skeivleikar eru í avgerðarnotatinum. Grundarlagið at taka avgerð á er burtur.
Semjan ridlar.
“You’re Fake News”
Í stevnuni hjá Tjóðveldisflokkinum stendur:
“Politiska lív landsins verður grundað á satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu í øllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.”
Beint nú haldi eg, at fólkaræðið er skúgvað til viks. Vit eru ikki nóg væl upplýst. Vit lurta ikki eftir atfinningum – og slett ikki eftir fólkinum.
Tá spurningar verða settir, ivamál reist og argument førd fram, verður ikki svarað aftur við argumentum og dokumentatión.
Í staðin verður rópt “You’re Fake News”, sum ein annar Trump, og funnist verður at bæði landsbankastjóra, journalistum, serkønum, eftirlitsmyndugleikum og politiskum starvsfelagum.
Tað er ikki í lagi. Verkætlanin má tola dagsins ljós.
Við vón um, at málið um Suðuroyartunnilin, sum er uttan fyri kategori bæði tá tað kemur til longd, trygd og kostnað, fær ta viðgerð og virðing og ikki minst ta tíðina, sum krevst, áðrenn avgerð skal takast.
Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi
