Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi.
Strúkur í vindi upp í skrið skiftandi millum norðan og landnyrðing, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður. Sum frálíður makar vindurin til frískan vind upp í hvassan vind 10 til 15 m/s; hálvskýggjað og okkurt ælið. Í kvøld og í nátt aftur strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin millum 2 og 5 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, møguliga við vátakava. Hitin millum 2 og 6 stig.
Sólarris: 08:28 Sólsetur: 15:52
