Nógv fólk var samankomið til hátíðarløtu á Glyvrum seinnapartin í dag, tá ið fyrsta flagið til nýggju kirkjuna á Glyvrum varð loyst.
Tað var Hans Jacob Lamhauge, fyrrverandi kirkjuráðsformaður, sum loystið fyrsta flagið.
Eftir at flagið var loyst, var bjóða til kaffi og kaku inni í gomlu kirkjuni, har eisini røður vóru hildnar.
Kirkjan verður 1.140 fermetrar til støddar og fer at hava umleið 700 sitipláss,
Kirkjan fer at kosta umleið 100 milliónir krónur. Kirkjuráðið stendur fyri einum triðingi, meðan próvstadømisráðið skal rinda ein triðing og landskassin seinasta triðingin.
Sambært tíðarætlanini, so skal nýggja kirkjan standa liðug 2. februar 2028.
Myndir: Eysturoyarportalurin





















































