Løgmálaráðið
Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevði í gjár ein av halvárligu fundunum við Michael Boolsen fúta.
Endamálið við slíkum fundum er at umrøða viðurskifti viðvíkjandi Føroya Politi og viðurskifti, sum annars røra seg í samfelagnum.
Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin og fútin m.a. avbjóðingarnar við rúsevnum og rúsevnismisnýtslu í Føroyum, børn og ung, sum síggja og deila ólógligt seksuelt tilfar, og POLSAS skipanina, sum nú hevur virkað í Føroyum í eina tíð.
Landsstýrismaðurin og fútin eru samdir um, at fyribyrging er vegurin fram, um man ynskir at basa avbjóðingunum við rúsevnum og rúsevnismisnýtslu og forða fyri, at ung fremja brotsverk.
Fyribyrgjandi arbeiðið krevur tvørgeiraligt samstarv millum landsmyndugleikar, kommunalir myndugleikar og stovnar í Føroyum, og er tað av alstórum týdningi, at hetta arbeiðið verður raðfest.
