Almanna- og mentamálaráðið
Kirkjurnar hjá Føroysku fólkakirkjani eru fyrst og fremst bygningar, har mennskju hava samfelag við Gud, og tí hevur atgongdin til kirkjurnar høga raðfesting. Um eitthvørt skal gerast við eitt nú atkomuviðurskiftini til dømis fyri at lætta um hjá fólki, ið bera brek, er neyðugt at viðkomandi myndugleikar bera so skjótt at, sum umstøðurnar loyva tí, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu.
Landsstýrismaðurin hevur tí nú broytt kunngerðina um bygningar fólkakirkjunnar, soleiðis at freistir eru ásettar, nær ummæli skulu fáast til vegar frá Tjóðsavninum, áðrenn farast kann undir umvæling av kirkjubygningum, ella áðrenn innbúgv, tilhoyr og prýði kunnu broytast ella umvælast. Freistin er hálvt ár fyri bygningar, tríggir mánaðir fyri innbúgv/tilhoyr og tveir mánaðir fyri prýði.
Av tí at málini ikki altíð eru so væl upplýst, tá ið Tjóðsavnið skal gera sítt ummæli, verður latið upp fyri, at landsstýrisfólkið, eftir áheitan frá Tjóðsavninum, í heilt serligum førum kann víkja frá nevndu freistum.
Nakað annað, sum til tíðir eisini hevur tikið tíð, er at finna ein arkitekt, ið hevur gjølligan kunnleika til føroyskar kirkjubygningar at standa fyri einum umvælingararbeiði. Føroysku kirkjubygningarnir eru heilt serligir, og tí kunnu aðrir byggikønir førleikar eisini brúkast, tá ið umræður hollan kunnleika til eldri føroyskar kirkjubygningar. Kunngerðin loyvir tí nú, at onnur byggisakkøn við gjølligum kunnleika til føroyskar kirkjubygningar eisini kunnu standa fyri einum umvælingararbeiði.
Eg fegnist um broytingarnar í kunngerðini, ið eru gjørdar í sátt og semju við fólkakirkjuna. Vónandi fara broytingarnar at gera tað greiðari fyri allar partar, nær farast kann undir eitt arbeiði við kirkjubygningum og øðrum, ið er fevnt av kunngerðini”, sigur landsstýrismaðurin.
