Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2025 12:49

Nordic Meteorologist Meeting 2026 (NMM 2026) verður í Føroyum

Mynd: Veðurstova Føroya

Veðurstova Føroya

Tann 34’inda Norðurlendska Veðurráðstevnan, Nordic Meteorology Meeting (NMM) verður hildin í Føroyum í døgunum 26 – 29. mai, 2026. Endmálið við NMM er at stimbra samstarvið millum veðurfrøðingar, sum hava áhuga í veðrinum í Norðurlendska og Arktiska økinum.

Veðurstova Føroya var fyrstu ferð umboðað á seinasta NMM, sum var í Keypmannahavn í 2024. Tá bjóðaðu umboð fyri Noreg, sum annars stóð fyri tørni at skipa fyri næstu ráðstevnuna, okkum í Føroyum at skipa fyri ráðstevnuna í 2026. Starvsfólkini frá Veðurstovu Føroya valdu at taka av og verður tann 34’inda ráðstevnan í hesari røðini í Føroyum í døgunum 26 – 29. mai komandi ár.

NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlenskum londunum í samstarvinum, sum nú eisini telur Føroyar. Tað eru felagsskapir við áhuga fyri veðurfrøði, á enskum Meteorological Societies, sum vanliga standa fyri ráðstevnunum. Limirnir í slíkum felagsskapum eru í stóran mun starvsfólk á veðurstovum, men eisini fólk í vinnum, sum er tengdar at veðurfrøði og veðurmátingum, ella bara hava serstakan fakligan áhuga fyri veðrinum. Slíkur áhugafelagsskapur, sum vit kenna tað í grannalondunum, er ikki stovnaður í Føroyum enn. Tí eru tað starvsfólk á Veðurstovu Føroya, sum skipa fyri við hjálp frá felaginum GreenGate Incoming.

Høvuðsevnini á ráðstevuni eru veðurtænasta, mátingar, myndlar og vitlíki, sum í vaksandi mun verður brúkt til at gera veðurforsagnirnar. Góðar og neyvar veðurmátingar eru grundleggjandi fyri at gera haldbarar veðurforsagnir, men eisini avgerandi fyri at lýsa okkara veðurlag og hvussu tað møguliga broytist. Sum serstøk evnir umfatar skráin m.a. forsagnir um sjóstøðu og útvegan av veðurtølum til vinnuendamál. Vinnuendamál fevnir í hesum høpi rættuliga breitt, m.a. um bygging, orkuútvinnan, ferðavinnu, flutning á landi og sjógvi, umframt fiski- og alivinnu. Sjóstøða fevnir um vindskapta aldu og rák, sjóvarfall og flóðaldur. Eisini er serstøk veðurtænasta í samband við  leiting og bjarging bæði á landi og á sjónum eitt av serevnunum í skránni.

Veðurstova Føroya er yngsti og nógv tann minsti veðurstovnurin á okkara leiðum. Eitt gott samstarv við stovnarnar í grannalondunum hevur tí alstóran týðning. At fáa høvi til at skipa fyri NMM-ráðstevnuni er eitt gylt høvi at kjakast við starvsfelagar og onnur veðuráhugaði, samstundis sum vit vónandi fáa víst teimum dømir um serstøku føroysku umstøðurnar.

Mynd ovast: Dímunar og Suðuroyggin sæð av Skúgvoy tann 27.10.2025. Myndafólk er Jóanis Heinason.

Meira kunning um ráðstevnuna fæst her: 

Tíðindastubbi frá NMM 2024, sum var í Keypmannahavn: