Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2025 10:49

Heystkvøldseta á Kambsdali týskvøldið

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Hevur tú hug at hoyra ung spæla og syngja ella síggja góðar stuttfilmar? Hevur tú áhuga í evnafrøði ella kórsangi? Ella vilt tú bara hava eitt hugnaligt kvøld, ið nýggju kørmunum á Miðnámi á Kambsdali, so er tað týskvøldið, tú skalt koma seta kósina á Kambsdal.

Klokkan 18 lata vit dyrnar upp á víðan vegg, og klokkan 19 byrjar árliga heystkvøldsetan. Fleiri av okkara tónleikaholdum fara at framføra og próvtøkufilmar frá summarpróvtøkuni verða eisini vístir. Føroya størsta skúlakór fer sjálvandi at framføra og so fara dugnaligu evnafrøðinæmingar eisini at sýna fram.

Dyrnar lata upp klokkan 18 og sjálv kvøldsetan byrjar klokkan 19. Skúlin bjóðar ein drekkamunn og starvsfólk skúlans eru fús at svara spurningum og vísa nýggju karmarnar fram.