Fótbóltssamband Føroya
Føroyska U19 landsliðið við dreingjum eri í bólki við Frankaríki, Ungarn og Bulgaria í EM undankappingini, sum verður í Ungarn frá 12. til 18. novembur.
Trý spennandi – men eisini sterk – mótstøðulond standa á dystarskránni, tá føroyska U19 landsliðið við dreingjum frá 10. til 19. novembur fer til Ungarn, har EM undankapping er á skránni.
Umframt Føroyar og vertslandið, eru Frankaríki og Bulgaria eisini í bólkinum.
Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og saman við Rasmusi Nolsøe, ið er hjálparvenjari, hevur Fróði úttikið 18 spælarar til uppgávuna í Ungarn. Og av teimum eru tveir, ið hava fingið nakra minuttir á U21 landsliðnum.
Talan er um Dávid Reynheim og Aron Benjaminsen, sum spæla fyri ávikavist Torino FC í Italia og Kristiansunds BK í Noregi. Triðji útisetin í hópinum er Dánial Mørkøre, sum spælir fyri Vejle BK í Danmark.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Djóni Sivertsen, B36
Dennis Anghel, B36
Tróndur Sjúrðarsson, FC Suðuroy
Jógvan í Lon, HB
Aron Benjaminsen, Kristiansunds BK (Noreg)
Josva Signarsson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Páll Muller, KÍ
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)
Mattias Dahl Djurhuus, TB
Arnór Brandsson, Víkingur
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Dávid P. á Líðarenda, Víkingur
Dánial Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Dystaskráin
12. nov. Frankaríki – Føroyar (kl. 12:00)
15. nov. Ungarn – Føroyar (kl. 17:00)
18. nov. Føroyar – Bulgaria (kl. 16:30)
