Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2025 10:10

Meting fyri viku 46, 2025

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Seks frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og so liggja trý við bryggju, men tey fara avstað í næstum. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað um vikuskiftið. Skipini við fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt.

Útróður: Streymurin er brúkiligur í vikuni. Tað verður hampuligt veður, so vit vantað nakað av útróðri.  

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Hinir liggja við bryggju, men fara vantandi út um vikuskiftið.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí.