Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2025 10:07

Fíggjarnevndin vitjað MEGD og Yrkisdepilin

Mynd: Fíggjarnevndin saman við forkvinnuni í MEGD, Ásu Olsen og aðalskrivaranum, Bárði Atlason Ísheim. (Mynd: Løgtingið)

Løgtingið

Fíggjarnevndin vitjaði mikudagin 5. novembur 2025 MEGD og Yrkisdepilin. 

MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek. Umleið 4.000 limir eru í MEGD. 
MEGD arbeiðir fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva. Harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek, og limafeløgum teirra. 

Forkvinnan í MEGD, Ása Olsen, saman við aðalskrivaranum, Bárði Atlason Ísheim, greiddi Fíggjarnevndini frá um felagið. Herundir endamál, bygnað, virksemi, rakstur og annað. 

Yrkisdepilin umsitur føroyskar yrkisútbúgvingar og er í hesum høpi bindilið millum løntakarar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstovnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Yrkisdepilin veitir vegleiðing til teirra, ið vilja gerast lærlingar, tey sum eru í læru, til læruplássini og til myndugleikar. 

Stjórin, Randi Frederiksberg, greiddi Fíggjarnevndini frá um millum annað søguna frá Føroya Læruráð til Ráðsskipan/Yrkisdepil. Stjórin greiddi eisini frá skipanini við ávikavist Yrkisútbúgvingarráði, Yrkisnevnd og Yrkisdepli umframt framtíðarútlitum og fjølbroyttum hagtølum fyri økið. 


Mynd: Randi Frederiksberg, stjóri í Yrkisdeplinum, saman við Fíggjarnevndini.