Norðurlandahúsið
Mál okkara er lítið, men hevur alstóran týdning. Hvussu varðveita vit føroyska málið í einum veruleika við talgilding og alheimsgerð, har stóru málini renna okkum um koll? Hetta er eitt av evnunum á Bókadøgum 2025 í Norðurlandahúsinum.
Við málinum fata vit hvørt annað og okkum sjálv. Málið er berari av søgu okkara, vitan og samleika okkara. Málið er ikki bara eitt amboð – føroyska málið er hjartaslátturin, sum knýtur saman ættarlið og myndar okkara felags veruleika.
Men hvussu røkta og verja vit málið? Í einum veruleika, sum er merktur av alheimsgerð, talgilding og vitlíki, eru stórar avbjóðingar fyri framman hjá føroyska málinum – eins og hjá øðrum smámálum. Tá vitan ikki er til á móðurmálinum, tá tøknin ikki skilir málið, og tá bókmentirnar verða hóttar av sjálvvirkandi skriving, kunnu vit missa meira enn orð. Okkara samband við okkum sjálv stendur fyri hóttafalli.
Á Bókadøgum 2025 verður føroyska málið sett í miðdepilin við trimum tiltøkum, sum á hvønn sín hátt eru um, hvussu vit brúka málið, hvussu vit varðveita málið, og hvussu málið verður avbjóðað – í gransking, í bókmentum og í samfelagskjaki.
15. novembur, kl. 11
Yrkisbøkur á føroyskum – hvør tekur ábyrgd?
Hvussu tryggja vit okkum vitan á okkara egna máli? Hendan samrøðan er um, hvønn týdning tað hevur, tá yrkisbókmentir um føroysk viðurskifti ikki eru til á føroyskum – og hvør hevur ábyrgd av at broyta hetta. Pallborðið kjakast um bæði avbjóðingar og møguleikar at gera og breiða út nýggjan kunnleika, og um hvat vit missa, tá málið ikki røkkur til. Samrøðan er grundað á arbeiðið hjá Forlagnum Fróðskapi at útgeva dygdargóðar yrkisbøkur um føroyska veruleikan.
Fyriskipari: Forlagið Fróðskapur
15. november, kl. 14
Føroysk málsøga – Bind 1: Byrjanin
Hvaðani stavar føroyska málið – og hvat sigur málið um okkum sum samfelag? Á hesum útgávutiltakinum verður fyrsta bindið av Føroysk málsøga løgd fram – mætasta bókaverkið um føroyska málsøgu. Granskarar úr fleiri londum greiða frá, hvussu málið varð til, um menning og týdning av málinum og lata upp fyri einum rúmari kjaki um málføri, hugmyndafrøði og samfelagsliga týdningin av málinum.
Fyriskipari: Fróðskaparsetur Føroya.
15. novembur, kl. 14.45
Hví skulu vit skriva føroyskt?
Í hesum nýggja veruleika, har vitlíki broytir mátan, vit skriva og lesa, fer hetta pallborðskjakið at seta sjóneykuna á føroyska málið sum mál fyri bókmentir og mentan. Hvørja ávirkan hevur tøknin á smámálini – og á rættindi hjá rithøvundum? Kjakið letur upp fyri grunan um framtíðina hjá føroyskum bókmentum og leiklutin hjá málinum í einum talgildum veruleika.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya.
Trý tiltøk – eitt felags endamál: at styrkja føroyska málið sum berari av vitan, mentan og samfelagskjaki. Tiltøkini eru ókeypis, og ikki er neyðugt við tilmelding. Sí alla skránna á nlh.fo.
