Mynd: Hjalmar Jóhan Juul
Sambært Bolt.fo, so hevur, nú fyrrverandi B68 leikarin Andri Benjaminsen funnið sær nýtt felag.
Bolt.fo skrivar, at Andri Benjaminsen og B68 tann 22. desember í fjør endaðu samstarvið. Og at spæliloyvið hjá honum liggur nú í NSÍ, har hann er skrásettur sum áhugaleikari.
Tískil verður Andi Benjaminsen at síggja aftur við Løkin, har hann áður leikti frá 2015 til 2019.
