Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 16:49

Myndir: Móttøka hjá Kodio á Heiðavegi í Saltangará

Eigarirnir av Kodio, brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Seinnapartin í dag var móttøku í nýggju hølinum hjá Kodio á Heiðavegi 100 í Saltangará.

Snotuligu hølini eru nýumvæld og nýliga tikin í nýtslu.

Tað var Jaspur Langaard, stjóri á Kodio sum bjóðaði vælkomin. Eftir tað hildu fyrst Ben Arabo, nevndarlimur í Kodio og síðani Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu røðu.

Eisini var sangframførsla við “The Gadders” á Toftum.

Kodio er ein fyritøka við umleið 20 starvsfólkum, har hon hevur áður verið staðsett á Strondum.

Fyritøkan veitir tænastur innan m.a. heimasíður, sniðgeving, intranet og gjaldsloysnir. Kodio keypti fyrr í ár Brúsá og Terminal.fo, samstundis sum at Intra eisini er partur av Kodio.

Myndir: Eysturoyarportalurin

Spjaldur