Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 16:04

Tónlistaskúlin keypt nýggja útgerð

Eysturkommuna

90 næmingar ganga á Eysturkommunu Tónlistaskúla, sum bjóðar undirvísing í ymiskum ljóðføri, har næmingarnir sleppa at menna sínar tónleikaligu førleikar. Undirvíst verður í fleiri ljóðførum, serliga er tað klaver, gittarspæl, bass og trummur, sum næmingar melda seg til.

Av hesum orsøkum hevur Tónlistaskúlin nýligani keypt bæði ljóðføri og aðra útgerð, ið leggur dent á júst tey rútmisku ljóðførini – t.d. nýggar gittarar, gittarforsterkarar, bassforsterkarar, sang-anlegg og keyboards.

Eitt slíkt innkeyp styrkir tónleikaumhvørvið í kommununi. Tað ger tað lættari hjá næmingunum at syngja, jamma og spæla saman, og soleiðis menna eina sterkan felagsskap og eina samanspælsmentan í økinum.

Eysturkommunu Tónlistaskúli heldur til við Gøtugjógv. Niðanfyri síggjast nakrar myndir av útgerðini í hølunum hjá teimum.

Spjaldur