Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 15:59

Grein um føroyska dekkmarknaðin

Kappingareftirlitið

Vanligt er, at føroyskir bileigarar tvær ferðir árliga skifta dekk á bilinum. Frá summar- til vetrardekk og frá vetrar- til summardekk. Harumframt skulu nýggj dekk við millumbilum keypast. Fyri vanliga brúkaran er talan um eitt torført val, har atlit skal takast til fleiri viðurskifti, og tí gjøgnumskygni er avmarkað. 

Tí hevur Kappingareftirlitið gjørt eina kanning av dekkmarknaðinum, sum verður almannakunngjørd í hesi grein. Ætlanin er, at greinin skal verða bileigarum til hjálp í sambandi við val av dekkum, tá tað snýr seg um dygd og prísir.

Í greinini verður komið inn á, at tað eru rættiliga nógv viðurskifti, sum eiga at innganga í brúkarans val av dekkum, har útgangsstøðið eigur at vera tørvurin hjá brúkaranum. Til dømis er viðkomandi um koyrt verður nógv ella lítið, er talan um býarkoyring ella millum bygdir, og um koyrt verður har tað ofta eru serliga krevjandi koyriumstøður.   

Fyri at stuðla brúkaranum í at velja røttu dekkini í mun til brúkarans tørv, verður í hesi grein leiðbeint um, hvat áskriftin á dekkunum merkir og hvørja eginleikar dekkini harvið hava. Somuleiðis verður eisini komið inn á ES-góðskuskipanina fyri dekk og hvussu hon skal skiljast. 

At enda hevur Kappingareftirlitið brúkt dygdarbólking hjá viðurkendari heimasíðu, at bólka dekkini á føroyska marknaðinum eftir. Kappingareftirlitið hevur staðfest at tað er rættuliga stórur munur á miðal dekkprísinum millum einstøku dygdarbólkarnar fyri somu stødd av dekkum. Lutføll sum 2-3 ferðir eru ikki óvanlig millum miðalprísin fyri bíligastu og dýrastu dygdarbólkarnir. Ætlanin við hesum er, at fyrireika brúkarin til komandi dekkkeyp.

Les greinina her