Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2025 10:52

Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókadøgum við nýggjum yrkingasavni

Myndatakari: Erla Ziskasen

Norðurlandahúsið

Lív Maria Róadóttir Jæger er veruliga vorðin týdningarmikil partur av føroyska bókmentapallinum og verður í dag mett at vera av mest eyðsýndu rithøvundum í Føroyum. Nú er hon aftur til reiðar. Í Norðurlandahúsinum 15. november, kl. 13 fer hon at tosa um nýggja yrkingasavn sítt BÓK.

Í nýggja yrkingasavninum BÓK eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger, eru 54 yrkingar um, hvussu menniskju sansa og fata heimin. Her hitta vit “tey”, sum gjøgnum speglingar og felags roynir at fáa fatur á einum lívi, ið bæði kennist vera mist og umskapandi. Yrkingarnar flyta seg millum tað kropsliga, tað náttúrliga og tað sálarliga – gjøgnum kropp, náttúru, iva, fyrigeving, seksualitet og sambond.

Anna Fohlin Mattson, rithøvundur og lesari fyri Forlagið Eksil, skrivar soleiðis um yrkingarnar: 

“Eg síggi hesa lýrisku frásøgn sum eina nýmótans skapanarsøgu. Eg hoyri týðiliga røddina hjá einum yrkjara – einari einastandandi dugnaligari yrkjararødd. Á ein hátt eru yrkingarnar opnar og byrja hjá lesaranum. Málið er vakurt og greitt, men boðskapurin er ikki ballaður inn í myndir. Tað sjónliga er har fyri at samskifta og gera ítøkiligt, serstakliga í yrkingunum um seksualitet. Eitt einastandandi flott yrkingasavn. Ein lýsing av okkum øllum, púra greið – eitt savn, sum tú fert aftur eftir umaftur og umaftur. BÓK.”

Um Lív Mariu Róadóttir Jæger

Lív hevur givið fleiri bøkur út, eitt nú yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír. Hon hevur fingið bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens og var tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.

Yrkingasavnið BÓK verður útgivið í heyst frá Forlagnum Eksil, og hevur Forlagið Eksil somuleiðis fyriskipað tiltakið á Bókadøgum.