Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2025 22:30

Ferðsluóhapp við Valaknúkar

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í kvøld, um 19 tíðina, var eitt ferðsluóhapp við Valaknúkar, tætt við Effostøðina í Skálabotni.

Ein persónbilur var á veg frá Skálabotni inn til Skipanes, men av tí at nógv vatn var á vegnum (auqaplaning), misti førarin tamarhaldið á bilinum og slongdist inn í bakkan á hinari síðuni, fyri síðani at endað aftur inni á vegnum.

Tvey fólk vóru við bilinum og vóru tey bæði koyrd á landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Vegurin var stongdur eina løtu, meðan hann varð ruddaður.