Mynd: Eystur.fo
Eysturkommuna bjóðar vinnuni í kommununi til ein vinnudag fríggjadagin 27. januar kl. 09:00. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu.
Skráin fyri dagin er soljóðandi:
| 09:00 | Morgunmatur |
| 09:15 | Eysturkommuna bjóðar vælkomin |
| 09:30 | Búskapur og vinna v/Johnny í Grótinum |
| 10:30 | Kaffisteðgur |
| 10:45 | Lýsing av vinnulívinum í Eysturoynni og týdninginum fyri føroyska vinnulívið, Eysturoyar Vinnulívsfelag |
| 12:00 | Miðmáli |
| 13:00 | Heilsa á arbeiðsplássum, Sølvá Jansdóttir Joensen |
| 14:15 | Kaffisteðgur |
| 14:30 | Vinnupolitikkur hjá Eysturkommunu |
| 15:00 | Taka saman um og farvæl |
Vinarliga boða frá luttøku áðrenn týsdagin 24. januar 2023.
