Vinnuhúsið
Tað er spurningurin, fleiri vinnufyritøkur seta sær í dag. Størsti partur av burturkasti í Føroyum stavar frá vinnuni, og tí er tað í vinnuni, vit hava størstu møguleikarnar at gera mun og menna ringbúskapin
Herfyri luttóku bæði IRF og Kommunala Brennistøðin á netverksfundi hjá Varandi Vinnu Innleiðslu. Fundurin varð hildin í Runavík, har maskinverkstaðurin Univice var vertur.
Hóast vinnugreinarnar í netverkinum eru ymiskar, síggja vit, at fleiri av somu avbjóðingunum ganga aftur á burturkastøkinum. Tí snýr tað seg um at gera mannagongdir einfaldar, finna røttu íløtini og duga at miðla týdningin av burturkasti sum tilfeingi.
Byrjaðu við einum bólki
Eisini er týdningarmikið at geva starvsfólkunum afturmeldingar, so tey síggja týdningin av arbeiðinum og fáa tað inn í gerandisdegnum. Hjá Univice kenna tey seg aftur í fleiri av avbjóðingunum, sum vinnufyritøkur kring landið nevna.
Etly Nord Højgaard er fíggjarleiðari, og hon heldur, at tað ræður um at gera tað lætt og natúrligt at skilja og endurvinna burturkast, um man skal hava starvsfólkini við.
“Hjá okkum hevur riggað væl at byrja við einum burturkastbólki, sum tekur nógv pláss. Vit byrjaðu at taka alt fyrst alt timbur og síðan alt papp burturúr restburturkastinum, og nú, tá ið hetta er tikið frá, hava starvsfólk sjálvi nevnt aðrar bólkar, sum vit eisini eiga at skilja – t.d. hart plast. Hetta verður sostatt næsti bólkurin hjá okkum”, sigur Etly.
At skilja ger mun
Framløgan hjá IRF og Kommunalu Brennistøðini snúði seg um týdningin av at skilja og handfara burturkast á rættan hátt. Tey vístu á ítøkilig dømi um, hvussu skiljing kann gerast á arbeiðsplássinum, og hvussu vinnan kann arbeiða meira skipað við burturkasti.
Andrias Joensen, tekniskur leiðari á IRF, greiðir frá, at hjá fyritøkum snýr tað seg um at fáa greiðu á, hvørjar burturkastbólkar tey hava og at finna snildar mátar at skilja teir uppá.
“Við at skilja meira fær fyritøkan ein grønari profil, samstundis sum tað ofta eisini sæst aftur á botnlinjuni. Prísskipanin er skrúvað saman soleiðis, at tað er bíligari at lata inn til endurvinning enn til tyrving og brenning”, sigur Andrias.
Ókeypis vitjanir til fyritøkur
Beinta Højgaard Thomsen, umhvørvisleiðari á Kommunalu Brennistøðini, leggur afturat, at bæði IRF og Kommunala Brennistøðin hava skræddaraseymað ókeypis vitjanartilboð til fyritøkur. Hon heldur, at hetta er sera gott tilboð til fyritøkur, sum vilja hava eina betri mynd av, hví og hvussu tær skulu skilja burturkastið.
“Á vitjanini verður hugt at fyritøkuni og tí, sum hon hevur latið inn seinastu árini. Út frá hesum vegleiða vit um, hvussu fyritøkan kann mennast. Tað eru nógvar fyritøkur, sum vitja IRF og KB árliga, men vit vilja fegin hava fleiri vitjanir. Eisini ber til, at vit koma út til fyritøkuna á vitjan, tí so síggja vit teirra umstøður og kunnu ráðgeva á staðnum, sigur Beinta.
- Trý góð ráð
Ráðini frá IRF og Kommunalu Brennistøðini eru sostatt greið:
Byrja í smáum: Skil papp, pappír, bleytt plast og metal frá restburturkastinum - Lat ongantíð vandamikið burturkast í restburturkastið: Tað kann hava stórar fíggjarligar avleiðingar og í ringasta føri seta trygdina í vanda
- Brúka ráðgevingartilboðið: Vitja IRF og Kommunalu Brennistøðina og fá ráðgeving, sum er rættað júst til fyritøkuna og tekur støði í burturkastbólkum og nøgdum hjá fyritøkuni
Betri hagtøl og felags leistur
Ein fyritreyt fyri, at vinnufyritøkur kunnu arbeiða málrættað við burturkastøkinum, eru góðskutryggjað og álítandi hagtøl. Hesi eru grundarlag fyri, at fyritøkur kunnu seta sær mál og gera átøk.
Samstundis er tað avgerandi, at starvsfólkini síggja úrslitini av arbeiðinum, tí tá ið tey fáa innlit í gongdina og síggja, at eyka arbeiði gevur meining, er nógv lættari at rótfesta nýggjar mannagongdir og vanar í fyritøkuni.
Fleiri fyritøkur virka um alt landið og lata tí burturkast inn bæði til IRF og Kommunalu Brennistøðina. Fyri at gera tað lættari hjá hesum fyritøkum eru Kommunala Brennistøðin, IRF og Varandi Vinna nú farin undir samstarv at fáa eins skráseting og heiti um alt landið.
“Hesin leistur er í tráð við tær treytir, sum komandi burturkastkunngerðin ásetur og samsvarar við altjóða leiðreglur, soleiðis at vit kunnu samanbera okkum við grannalondini”, sigur Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd.
Frá rúmd til vekt
Komandi burturkastkunngerðin setur eisini krøv til, at alt burturkast skal skrásetast í vekt í staðin fyri rúmdarmál. Hesa umlegging hava IRF og Kommunalu Brennistøðin arbeitt við í longri tíð. Fleiri íløgur eru longu gjørdar í vektir – bæði brúgvavektir á støðunum, har vitjandi bilar kunnu vigast og í vektir, ið eru á bilum, sum heinta burturkast.
“Tó eru vit ikki heilt komin á mál enn, men innan fyri heilt fá ár er øll skráseting í vekt. Skiftið til vekt fer at gera tað bæði einfaldari og meira álítandi hjá vinnuni at fylgja við gongdini í burturkastinum og at síggja, um valdu átøkini gera væntaða munin”, sigur Súsanna.
