Lesarabræv
Tað var ótrúliga ørkymlandi at hoyra svarið hjá Sirið Stenberg til Bárð Nielsen um verju- og trygdarpolitikk herfyri. Hon sigur:
“So skjótt tað gjørdist Uttanríkis-og vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu varð vorðin partur av semjuni um verjumál, varð tí beinanvegin boðað frá føroyska áhuganum fyri at kanna møguleikarnar fyri eisini at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið.”
Eg undrist á, hvussu nýggi sjókaðalin til Føroyar kemur óvart á hana og samgonguna. Hetta hava vit vitað í útvið tvey ár.
Tíðliga í 2023 gjørdu vit í Sambandsflokkinum á fólkatingi eitt drúgt kanningararbeiði í sambandi við samráðingarnar um verjusemjuna, har vit greinaðu, hvør tørvurin er í Føroyum. Úrslitið vísti greitt, at ein nýggjur sjókaðal er alneyðugur fyri trygdina og sambandið út í heim og eigur tí at verða raðfestur í eini komandi avtalu.
Og hin 27. januar í ár segði landsstýrið seg vera við í semju millum donsku og grønlendsku stjórnirnar, um at kanna møguleikarnar fyri einum nýggjum sjókaðali – men hetta vísir nokk bara, at tey í veruleikanum ikki leggja so nógv í hesar verjusemjurnar.
Málið er sostatt ikki nýtt, so hvussu kann tað koma óvart á landsstýrið? Hevur mann veruliga ikki gjørt sær tann ómakin, at seta seg inn í trygdarstøðuna í Føroyum?
Trygdin snýr seg um teg og meg – ikki misskilta nationalismu!
Ímynda tær at vakna og telefonin ikki riggar. Tú tendrar útvarpið, men einki hendir. Teldan? sama skil. Tú stendur uttan samband við útheimin. Soleiðis var í Svalbard í 2022, tá sjókaðalin til Noregs varð kvettur. Hetta er eitt greitt dømi uppá, hvussu sambandið, vit taka fyri givið, skjótt kann hvørva.
Í Føroyum hava vit tveir sjókaðalar. Herfyri varð ein teirra skaddur, men tíbetur kundi hin brúkast – men við bert einum kaðali standa vit í eini ógviligari sárbarari støðu. Tí mugu vit hava ein aftrat – og tað sum skjótast.
Eg havi leingi víst á, at landsstýrið ger ov lítið, fyri ikki at siga einki, tá tað kemur til trygdar- og verjupolitikk. Tá verjusamráðingarnar byrjaðu, møttu tey upp tómhent. Tey høvdu onki boð uppá, hvørji átøk skuldu gerast, og onki boð uppá, hvat Føroyar skuldu fáa burturúr. Í staðin fyri brúktu tey tíðina uppá, at alment seta spurnartekin við, um vit yvirhøvur eiga at samráðast við danir um trygd, tí hetta skulu vit opinbart klára einsamøll í Føroyum.
Úrslitið av hesum er, at eingi verulig trygdarátøk verða gjørd í Føroyum enn. Soleiðis er ikki í Grønlandi, har teirra landsstýrið hevur verið við frá byrjan. Har verður tilbúgvingin uppraðfest, havnir útbygdar, flogvallir víðkaðir, o.s.fr. fyri at styrkja um trygdina – samstundis sum hetta eisini styrkir vinnulívið.
Gongdin í Føroyum er ov óseriøs og sjókaðalin er bert seinasta dømið. Tað er ikki haldbart, at landins leiðsla ikki tekur ábyrgd og ikki ger seg galdandi í so álvarsomum viðurskiftum. Landsstýrið hevur havt somu møguleikar sum øll onnur, men hava snøgt sagt sovið í tímanum.
Trygdin hjá okkum í Føroyum er alt í verðini ov týdningarmikil til at brúka tíðina uppá misskilta nationalismu. Nú er tíðin veruliga komin til at taka trygdina í álvara og seta hana fremst.
Anna Falkenberg,
fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
 