Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2025 19:45

Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjaríum at kappast við útlendskar ølrisar

Mynd: Løgmálaráðið

Løgmálaráðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi er sent til ummælis í  tilknýti til uppskot um løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini. Hetta, fyri at leggja avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni um til eitt avgjald, nú loyvt verður skeinkiloyvishavarum at innflyta rúsdrekka.

Skotið verður upp, at avgjaldið á øl verður stillað, so at tey smærru bryggjaríini gjalda eitt lægri avgjald enn tey stóru. Talan er um eina skipan, sum er kend úr ES-londunum, har smærru bryggjaríini hava møguleika at fáa avgjaldslætta upp til 50 prosent, um talan er um bryggjaríir við lítlari framleiðslu