KÍ, sum var stórfavorittur undan dystinum og hevði mestsum eitt heilt lið av A-landsliðsleikarum í hópinum, vann í kvøld ein 2-0 sigur á einum lutfalsligum ungum og óroyndum Víkingaliðið, sum heldur ongantíð veruliga raktu “dagin”.
Sostatt vann KÍ uppiborið greipuna fyri fyrstu ferð síðani 1999.
Samstundis varð hetta eisini seinasti dysturin hjá veteraninum og verjuskansanum, 43 ára gamla Atla Gregersen, á hægsta stigið.
Myndir: Eysturoyarportalurin







































































































