Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2025 08:46

Elinborg er klár við síni fyrstu heildarútgávu ´Í Ævir´

Tíðindaskriv

Í dag útgevur Elinborg sína fyrstu heildarútgávu, ið ber heitið ‘Í Ævir’.
Útgávan inniheldur 10 føroysk løg, ið Elinborg hevur sett orð og lag til, og Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt útgávuna. ‘Í Ævir’ vitjar nýggjar ljóðheimar, hon speglar mítt lív, mínar royndir og tær kenslur, ið hava myndað meg. At halda útgávuni í hondini fyri fyrstu ferð er ein serlig kensla, og eg eri ótrúliga takksom til øll, ið hava verið við mær á hesi ferð.

Elinborg er júst komin heim, eftir eina langa konsertferð við Eivør og Asgeir, har tey hava verið burtur í 6 vikur, og spælt heili 31 konsertir runt í Europa.

Eg var so heppin, at hava plátuna við á konsertferð, so øll í komu á konsert, høvdu møguleika, at keypa útgávuna, áðrenn hon kom út. Hetta riggaði ótrúliga væl, og plátan er næstan útseld nú. Til konsertina í verður í Mentanarhúsinum leygarkvøldið, eru bert 14 fløgur, og 11 vinylir eftir, so um man ynskir eitt eintak av ‘tour special edition’ plátuni, má man skunda sær at keypa” sigur Elinborg flennandi.

Næst á skránni fyri Elinborg er Mexico City, har hon fer at spæla 3 konsertir í Novembur.

Eg eri ótrúliga spent, at sleppa til Mexico við mínum tónleiki. Hetta er í samstarv við FMX (Faroese Music Export) og er ein møguleiki fyri meg, at sleppa presenterða mín tónleik fyri uppaftur fleiri lurtarum. Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga spennandi, at sleppa ferast so lang, við føroyskum teksum – Tað er sera umráðandi fyri meg, at skriva á føroyskum, bæði tí eg haldi okkara mál er sera vakurt, men eisini tí eg haldi tað er sera spennandi, at taka føroyska málið við ùt ì heim, so tey sum ikki skilja málið, kunnu skapa teirra egnu myndir og kenslur til tónleikin.”

Hoyr útgávuna her
Síggj seinasta sjónbandalagi
ð hjá Elinborg her

Spjaldur