Skála Ítróttarfelag boðar frá:
Rói Dahl Olsen og Skála ÍF hava longt sáttmálan við einum ári.
24 ára gamli strandingurin, sum er búsitandi á Skála, er uppvaksin í felagnum.
Burtursæð frá eini stuttari útlegd í FC Hoyvík, hevur Rói einans umboðað Skála.
Rói er skrásettur fyri seks dystir í Betri deildini, tann seinasti kom í 2020, tá hann tíverri fekk ein álvarasaman skaða.
Í ár spældi Rói 24 dystir við 1. deild og fekk 3 mál.
Vit gleða okkum til at síggja Róa aftur í 2026.
 
 