Søkt verður eftir starvsfólki til framúr góða asfalt-toymið hjá okkum.
Arbeiðsøkið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði og nýgerð av vegakervinum, at koyra trumlu og útleggjara og annað í hesum sambandi.
Hevur hetta tín áhuga, set teg so í samband við Ova Magnussen á tlf. 597272. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Kreton
Kreton varð stovnað í 2001 og er í dag ein av størstu flutnings- og asfalteringsfyritøkunum í landinum.

