Skála Ítróttarfelag skrivar:
Skála ÍF og Silas Gaard hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Silas er 21 ára gamal og kemur úr Klaksvík. Hann hevur umboðað KÍ, ÍF og 07 Vestur.
Harumframt hevur Silas eisini umboðað Føroyar á ymiskum ungdómslandsliðum.
Hann er skrásettur fyri 49 dystir og 4 mál í Betri deildini, og 61 dystir og 16 mál í 1. deild.
 
 