Tíðindaskriv/ Føroya Barnaheim
Stýrið fyri Føroya Barnaheim hevur skrivað undir leigusáttmála við Kirkjuligu Heimamissiónina, sum frá 1. januar 2026 kemur at leiga Barnaheimið í Pedda við Stein gøtu í Tórshavn.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdist greitt, at tørvur ikki var á stórum barnaheimi longur, og bygningurin hjá sjálvsognarstovninum hevur staðið tómur í nøkur ár. Stýrið fyri Føroya Barnaheim hevur tí verið í eini tilgongd at endurskoða, hvat skal gerast við bygningin. Herfyri fekk stýrið ein fyrispurning frá Kirkjuligu Heimamissiónini um at kunna húsast á barnaheiminum – hetta serliga við atliti til arbeiðið millum børn og ung, ið leiðslan fyri Heimamissiónina ynskir at seta enn meira fokus á komandi árini.
– Nú tørvur ikki er á einum barnaheimi meira, var tað náttúrligt at gera eina leiguavtalu við Kirkjuligu Heimamissiónina, ið ger eitt stórt vælgerandi arbeiði fyri børn og ung í Føroyum, sigur Tóri Højgaard, formaður í stýrinum fyri Føroya Barnaheim. Við hesum síggja vit fram til, at Føroya Barnaheim fær eitt nýtt lív í sama anda, sum tað er sprottið úr.
Frá byrjan hevur Føroya Barnaheim verið tætt knýtt at arbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum. Nicolina Højgaard byrjaði Føroya Barnaheim á sinni í samráð við Kirkjuligu Heimamissiónina, og varð hetta rikið sum eitt kristiligt heim fyri hjálparleys børn úr øllum Føroyum. Tá Barnaheimið flutti til Havnar í 1955, fluttu Nicolina og maðurin Jóhan við, har hon starvaðist sum fyristøðukvinna á barnaheiminum og hann sum trúboðari hjá Heimamissiónini.
Heimamissiónin, sum í stóran mun er borið av gávum og sjálvbodnari arbeiðsorku, rekur eitt umfatandi barna- og ungdómsarbeiði kring landið – eini 1500 børn og ung koma hvørja viku til sunnudagsskúla, junior- og ungdómsmøtir kring landið. Heimamissiónsrørslan hevur ein barna- og familjuráðgeva, ein ungdómsráðgeva og ein volontør í starvi, sum virka fyri at stuðla og styrkja staðbundna arbeiðið, sum verður rikið av sjálvbodnum kring landið.
– Vit hava havt eitt ynski um at fáa eina betri staðseting at arbeiða út frá, og at sleppa inn á Barnaheimið letur upp fyri stórum møguleikum fyri okkara barna- og ungdómsarbeiði komandi árini, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari fyri Kirkjuligu Heimamissiónina. Harafturat hava vit eitt ynski um at menna hjálpararbeiði í kristiliga arbeiðinum fyri betri at møta menniskjum við umsorgan.
Seinasta hálva árið hevur Landsverk leigað ein part av bygninginum til at hýsa ukrainskum flóttum. Hendan avtalan er galdandi fram til endan av hesum árinum. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur boðað stýrinum fyri Føroya Barnaheim frá, at rørslan er sinnað at leingja leigusáttmálan og rætta eina hjálpandi hond, so flóttarnir framhaldandi kunnu húsast í parti av bygninginum. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur eisini boðað avvarðandi myndugleikum frá hesum.
