Lesarabræv
Tað eru nógv ung – bæði gentur og dreingir – sum ynskja aðrar leiðir enn ta bókligu.
Og tað er bara gott. Tí okkum tørvar bæði tey bókligu og tey handaligu, tey vinnuligu og tey kreativu.
Tí er tað ørkymlandi, at landsstýrið nú hevur avgjørt at niðurlægja tvær handverkaraútbúgvingar á Glasi.
Tað eru ikki bara útbúgvingar – tað eru framtíðar møguleikar fyri summi av okkara ungu, ein beinleiðis kelda til arbeiðsmegi, sum vinnan hevur stóran tørv á – og ikki minst møgulig talentir, sum fara í vaskið.
Vit hava í dag tosað við fleiri innan klædnavinnuna – serliga kvinnur, sum standa á odda fyri fyritøkum við milliónaumsetningi. Hetta er ikki bert eitt handverk – hetta er ein vinnugrein við stórum búskaparligum og kreativum virði.
Privata vinnan hevur longu víst á, at eftirspurningurin eftir handverkarum og øðrum yrkisútbúnum starvsfólkum er stórur – og alt bendir á, at hann bara fer at vaksa í komandi árum.
Heldur enn at niðurleggja handverkara- og vinnuligar útbúgvingar, eiga vit at styrkja tær. Tørvurin er ómetaliga stórur!
Fólkaflokkurin
