Nes kommuna skrivar soleiðis, nú minningarløta varð hildin við kanónina á Nesi hósdagin:
Hósdagin 23. oktober, var minningarløta við kanónina á Nesi. Í ár eru 80 ár síðan 2. heimsbardagi endaði, og var hetta høvi nýtt til at minnast teir, sum fórust á sjónum bardagaárini.
Alfred Olsen, sum tók stig til hetta tiltakið, nevndi í stuttari røðu m.a., at stívliga 200 mans og 39 skip fórust av krígsvávum árini 1940 – 45. Eisini nevndi hann, at føroyingar førdu u. 150 tús. tons av feskum fiski á bretska marknaðin stríðsárini. Føroyskir sjómenn sigldu til Bretlands við feskum fiski bæði úr Føroyum og úr Íslandi.
Millum teir mongu føroysku sjómenninar, sum doyðu stríðsárini, vóru eisini nakrir av bygdarmonnum okkara. Í september 1941 hvarv sluppin Morning Star hjá D.P. Højgaard. Teir vóru ávegis til Íslands at keypa fisk, og millum teirra, sum fórust, vóru fýra úr Nes kommunu. Hesir vóru Hans J. Jacobsen á Roykheyggi, Edmund Jacobsen av Roykheyggi og Ragnar Hansen av Nesi. Umframt hesar fórst eisini skiparin, Esbern Jacobsen av Strondum, ættaður av Roykheyggi. Í oktober 1944 hvarv sluppin Verdandi av Høgabóli. Við Verdandi vóru 15 mans, og ongin kom afturíaftur. Henning Højgaard innan úr Króki doyði við Verdandi.
Tummas Kannuberg, prestur, minti í sínari talu á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit ongantíð gloyma tað, sum hendi undir seinna heimsbardaga umframt teir av landsmonnum okkara, sum mistu livið av krígsávum. Hann helt, at hetta hevur valla verið sjónligari enn júst í dag, tá vit nærum hvønn dag síggja fremmand herskip og kavbátar millum oyggjarnar.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboði, legði síðan ein krans við kanónina til minnis um teir farnu.
Væl av fólki var komið til minningarløtuna, teirra millum var Tummas Hans Dam, bretskur konsul í Føroyum. Menninir í Undirhúsinum luttóku, saman við fundarfólkinum, við sangi og spæli.


Myndir: Kristian Gaard
