Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin, skrivað út kl. 8.45.
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á seinnapartin veksur upp í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, og í kvøld í støðum upp í strúk, 12 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður, kanska við vátakava ella kava í støðum. Í nátt frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, sum fyrrapartin í morgin minkar niður í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, kanska við vátakava ella kava í støðum. Hitin 2 til 7 stig.
Sólarris: 07:41 Sólsetur: 16:39
