Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið við regni, vátakava ella kava. Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot til norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt einstakt ælið. Sunnumorgunin og fyrrapartin sunnudagin fer ættin niður í landnyrðing ella eystan og tað dregur á luftina. Hitin 3 til 8 stig, í nátt í støðum niður móti frostmarkinum.
Sólarris: 08:37 Sólsetur: 17:43
