Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2025 23:17

U19 menninir skuffaðu

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Ísland – Føroyar 3-0 (25-20, 25-19, 25-20)

Í fyrstu royndini í ársins U19 NEVZA kapping skuffaðu føroysku U19 menninir.

Fyrsti dysturin var ímóti Íslandi og á pappírinum sterka føroyska liðið livdi ikki upp til væntanirnar. Føroysku dreingirnir løgdu seg á odda í byrjanini av fyrsta settinum, men Ísland svaraði aftur og restina av dystinum runnu ungu føroysku menninir aftaná íslendingunum.

Tað tóktist, sum leikti føroyska liðið uttan vilja og við skeivum hugburði. Lættir bóltar fóru í gólvi, móttøkur vóru vánaligar og flestu sløgini vóru ikki so trupul at taka av  einum sterkum íslendskum verjuspæli.

Eftir hendan dystin verður tað nú trupult hjá føroyska U19 liðnum at náa eitt finalupláss.