Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2025 21:37

Virgar spælir eisini í EB/Streymi komandi kappingarár

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar á heimasíðu síni soleiðis:

19 ára gamli eiðismaðurin, Virgar Jónsson og EB/Streymur hava gjørt avtalu, at Virgar eisini komandi kappingarár spælir í EB/Streymablusuni. 

“Vit í EB/Streymi eru sera glað fyri at Virgar heldur fram. Virgar er ein av okkara egnu, sum hevur verið í rúkandi menning síðan hann kom á besta liðið. Virgar er sprenfullur av orku, hevur tann rætta hugburðin og er sera arbeiðsamur. Virgar er ein leikari, sum vit meta kann náa heilt langt, og vit gleða okkum til at geva okkara íkast til hansara víðari menning” Sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri hjá EB/Streymi

Hóast sín unga aldur hevur hann longu leikt 70 dystir fyri Betrideildarliðið og skorað 10 mál. Eisini er hann fastur maður á U21 landsliðnum.