Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2025 14:20

Minningarløta við kanónina úti á Nesi

Nes kommuna

Nú tað eru liðin 80 ár síðani seinni heimsbardagi endaði, verður minningarløta fyri teir sjólætnu sum fórust undir krígnum, hildin við kanónina úti á Nesi.

Minningarløtan verður kl. 15.00 við kanónina úti á Nesi hósdagin 23. oktober 2025.

Bretski konsulin Tummas H. Dam verður hjástaddur.

Tað sum ferð fram verður:

Alfred Olsen sigur nøkur orð.

Mennirnir í Undirhúsinum syngja.

Tummas Kannuberg prestur heldur talu.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari leggur krans.

Mennirnir í Undirhúsinum syngja.

Aftaná verður kaffi/the og køkur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.