Eysturkommuna
Í mai mánaði kom Hvanngarðurin, tíggjumannafarið hjá Syðrugøtumonnum, við vælvild úr Noregi aftur til Eysturkommunu, har hann nú stendur á Báta- og listasavninum.
Saman við Hvanngarðinum komu fleiri aðrir lutir, ið hoyra til ein róðrarbát, men einki eyskar.
Eyskarið var blivið burtur á Norsk Maritimt Museum, hóast vit vistu, at tað hevði verið til stutt frammanundan. Hetta av tí, at Andrass Joensen fyri gott 10 árum síðani var í Noregi at taka mát av bátinum og eisini av eyskarinum.
Tí var tað gleðiligt, tá boðini fyri stuttum komu, at nú var eyskarið funnið á einari goymslu.
Mánadagin var umboð úr Eysturkommunu í Oslo á Norsk Maritimt Museum at avheinta eyskarið, ið sjálvandi skal vísast fram saman við Hvanngarðinum.
Eyskarið – og Hvanngarðurin – eru at síggja á Báta- og listasavninum í Leirvík.
 
 